Kommunalreformur 2007 (Danmark)

Regiónir í Danmark
Kommunur í Danmark

Kommunalreformurin ella Strukturreformurin ella er heitið á avtaluni í Danmark um samanlegging av nógvum kommunum, skiftið av 13 amtum við 5 regiónum og skifti av 15 statsamtum við 5 statsforvaltningum eins og avtøka av Hovedstadens Udviklingsråd (HUR) og Hovedstadens Sygehusfællesskab (H:S), sum varð viðtikið av flokkunum Venstre, Konservative, Dansk Folkeparti, Socialdemokraterne og Radikale Venstre 16. juni 2005, og sum kom í gildi 1. januar 2007.

Strukturreformurin kom ístaðin fyri strukturin við kommunum og amtum, sum vóru innførdar við Kommunalreforminum í 1970 (sí eisini Kommunalreform um aðrar kommunalreformir í Danmark).

Eitt yvirlit yvir bæði tann gamla og tann nýggja strukturin sæst á síðuni um danskar kommunur.

Samanløgdu kommunurnar vóru bygdar í 2006 av eini samanleggingarnevnd, mannað av tí gomlu kommunalnevndini, ið er vald á kommunulvali í november 2005. Í hesum kommunum er valskeiðið fyri gomlu kommununevndirnar longt við einum ári, so tann gamli struktururin framhaldandi kann virka, meðan tann nýggi verður bygdur.


© MMXXIII Rich X Search. We shall prevail. All rights reserved. Rich X Search